Thursday, September 22, 2005

Góða heilsu

Læknin: - Tað er tó ótrúligt sum heilsan er góð hjá tær, hvussu gamal segði tú at tú vart?
Sjúklingurin: - 82 ár.
Læknin:- 82 ár. Hvussu í allari víðu verð kann tað bera til? Tú hevur eina heilsu sum ein 60 ára gamal! Hvat er loynidómurin?
Sjúklingurin:- Jú sært tú, hetta skyldast eini avtalu sum eg og konan gjørdu tá vit giftust. Hon lovaði at um hon bleiv svøk onkran dagin, so skuldi hon vera í køkinum líka til tað var yvirstaðið, og eg lovaði at um eg bleiv óður í høvdinum, so skuldi eg fara útum til tað var yvirstaðið.
Læknin:- Hatta skilji eg als ikki! Hvussu kann handan avtalan hava naka við tína heilsu at gera?
Sjúklingurin:- Jú sært tú - grundin er, at eg havi liva eitt heldur langt uttandura lív!!!

Tuesday, September 20, 2005

Er jólamaðurin til ?

Tað eru runt roknað 2 milliardir børn (persónar undir 18 ár) á jørðini. Nú skal jólamaðurin ikki vitja muslimar, hinduar, jødar ella buddistar, so tað minkar talið til uml. 15% ella uml. 378 milliónir. Við einum heimssnitti uppá 3,5 børn fyri hvørt húski, so er talan also um 108 milliónir húski sum jólamaðurin skal vitja, tá vit rokna minst eitt skikkiligt barn uppá húskið.

Jólamaðurin hevur vegna ymiskar tíðsgreinsir og snúningar av jørðini, uml. 31 tímar at útføra sína uppgávu. Vit ganga út frá at hann ferðast frá eystri móti vestri, hvat vit halda má vera fornuftigt at gera, tað svarar til at hann vitjar 967,7 húski hvønn minutt. Tað vil siga at fyri hvørt kristið húskið við einum skikkiligum barni, hevur jólamaðurin uml. 1/1000 sekund til at parkera og loypa úr sleduni og hoppa niður gjøgnum skorsteinin, fylla hosurnar í hanga við kaminuna, seta gávurnar undir jólatræði, eta bommini sum eru løgd framm til hann, klintra upp gjøgnum skorsteinin, hoppa upp í sletuna og forsetta til næsta húsið.


Nú rokna vit við at øll húskini sum skulu vitjast liggja javnt fordeild (tað vita vit sjálvandi at tey ikki eru, men vit ganga út frá tí vegna útrokningarnar) yvir uml. 1 km. millum húskini. Tað vil geva eina reisu yvir 100 milliónir km., tá pissipausir og anna verður frátrekt. Tað vil so siga at sledan hjá jólamanninum flygur uml. 1000 km um sekundi, ella 3000 ferðir so skjótt sum ljóði. Til samanberingar kann nevnast at tað menniskaliga gjørda tingi, rúmdarsondin Ulysses, flygur uml. 50 km. um sekundi. Annars so kunna vanlig reinsdjór í mesta lagið renna uml. 30 km. um tíman.


Lastievni í sleduni er eitt annað áhugavert evni, tá vit ganga út frá at hvørt barn minimum fær eitt LEGO-sett í millumstødd(1 kg.). Sledan skal lasta yvir 500.000 tons, og tá er jólamaðurin ikki viðroknaður. Vanligvís kann ein reinsdjórasleda maks. toga uml. 200 kg. Sjálvt um vit kundu gingi út frá at serstøk flúgvandi reinsdjór kundu toga 10 ferðina hesa vekt, so vóru 8-9 reinsdjór alt ov fá tí at jólamaðurin hevði havt brúk fyri 360.000 reinsdjórum. Hetta vildi saman við gávunum, givi sleduni eina totalvekt uppá ikki minni enn 600.000 tons.

600.000 rons sum flúgva við 1000 km./sek. skapar eina so øguliga luftmótstøðu sum vildi hita reinsdjórini á sama hátt sum ein meteor sum kemur inn í luftrúmið. Tvey tey fremstuy reinsdjórini vildu hvørt absorbere eina megi uppá uml. 14.300 trilliardir jule fyri hvørt sekund sum kann umroknast til 14300 trilliardir watt. Tey vildu heilt víst brent upp beinanvegin og reinsdjórini fyri aftan vildu blivi útsett fyri ovirljóð-buldur. Og hareftir flamma upp. Øll reinsdjórini vildu veri uppbrend eftir 4,26 túsundpart av einum sekundi, t.v.s. tá jólamaðurin var komin til tað fimta húsið. Men tað kann vera líkamikið tí tá sledan hjá jólamanninum acceleraði frá 0 – 1000 km. uppá 1/1000 sekund, vildu øll við sleduna blíva útsett fyri eini kraft uppá 17.500 ferðir sterkari enn tyngdakraftin. Ein jólamaður vigar uml. 150 kg. (mett frá bíløtum) vildi blivi trístur aftur í setri svarandi til eina vekt uppá 3 milliónir kilo, sum sjálvsakt vildi broti øll bein í hansara kroppi og forvandla hann til ein klatt.

Vit kunna tí siga fyri víst; at um jólamaðurin nakrantíð hevur veri til, so er hann deyður nú!